Umstrídd lóg kemur nú í gildi

Umstrídd lóg kemur nú í gildi
Kinesiski forsetin, Xi Jinping, hevur skrivað undir umstríddu trygdarlógina fyri Hongkong
Ógvuslig mótmæli hava verið í Hongkong um eina umstrídda trygdarlóg. Í morgin fær lógin gildi
 
30.06.2020 - 16:49

Lógin forðar bólkum at virka, sum arbeiða fyri loysing frá Kina, statsfíggindaligum virksemi, yvirgangi og samstarvi við fremmand lond, sum tað stendur í lógini. Lógin kemur í gildi í morgin, skrivar tíðindastovan, Xinhua.

Í fjør vóru ógvuslig mótmæli í Hongkong ímóti lógini, sum eisini sigur, at myndugleikarnir í Hongkong, kunnu senda fólk, sum eru undir illgruna fyri eitthvørt, til Kina.

ES hevur gjørt vart við seg

Ein av teimum sum stóð á odda fyri mótmælunum í fjør, Joshua Wong, sigur nú, at hann gevst við mótmælisvirkseminum, tí hann sigur ongan iva vera um, at hann verður jagstraður av myndugleikunum, skrivar Reuters.

Fyri góðari viku síðani, helt Wong røðu á eini demokratiráðstevnu í Keypmannahavn, sum varð send á netinum. Í røðuni heitti hann á ES og altjóða samfelagið um at verja mannarættindini og demokratiið í Hongkong, sum er undir støðugum trýsti úr Kina.

ES hevur longu gjørt vart við seg mótvegis Kina. Forsetin í ES, Ursula von der Leyen, sigur, at trygdarlógin ikki er í tráð við grundlógina í Hongkong, og heldur ikki í tráð við altjóða treytir, sum Kina eigur at virða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858