USA tømir heilivágsgoymslurnar

bannari
USA tømir heilivágsgoymslurnar
Landið hevur keypt næstan allar goymslur við heiliváginum, Remdesivir, ið verður brúktur til at viðgera koronusjúklingar
USA hevur næstan tømt goymslurnar við COVID-19 heiliváginum, Remdesivir
Mynd: Framleiðaramynd: Gilead Sciences  
 
01.07.2020 - 07:53

USA hevur lagt COVID-19 heilivágin, Remdesivir, inn undir seg. Tí kann onki annað land í heiminum útvega sær heilivágin næstu tríggjar mánaðirnar. Tað skrivar bretska blaðið, The Guardian.

Heilivágurin, sum er framleiddur til at viðgera Hepatitis C, hevur eisini verið brúktur til ebolasjúklingar. Síðani mai hevur Remdesivir verið brúktur til koronusjúklingar í USA.

Heilivágurin hjálpir koronusjúklingum, so teir verða skjótari frískir. 25 juni mælti Evropeiska heiluvágsráðið til at brúka Remdesivir til at viðgera koronasjúklingar eldri enn 12 ár, men nú verður trupult at fáa fatur á heiliváginum.

Amerikanskir myndugleikar hava keypt 500.000 skamtir av heiliváginum, sum er øll framleiðslan í juli, og 90 prosent av tí, sum verður framleitt í august og september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584