Óvist um málið verður roynt í Hægstarætti

Óvist um málið verður roynt í Hægstarætti
Maðurin, sum fríggjadagin varð frídømdur fyri drápsroynd og tvær ákærur um grovan harðskap, hevur ikki tikið við dóminum um revsing enn
 
06.07.2020 - 12:16

Maðurin hevur møguleika at royna avgerðina um revsingina í Hægstarætti. Hann hevur tvær vikur til at avgera, um dómurin skal í Hægstarætt. 

Maðurin varð dømdur at vera á psykiatriskari deild í óavmarkaða tíð. Hin niðurstøðan er endalig, tí eitt nevningating í Føroya rætti tók hana.

 >> SÍ EISINI Ungur maður varðhaldsfongslaður fyri drápsroynd

Maðurin, sum er sálarsjúkur, varð ákærdur fyri drápsroynd og grovan harðskap í fýra førum og vanligan harðskap í einum føri.

Hann varð dømdur fyri grovan harðskap í tveimum førum og vanligan harðskap í trimum førum. Hendingin, sum maðurin varð ákærdur fyri, var 22. juni í fjør.

Hann legði á eina kvinnu, sum arbeiðir á Psykiatrisku deild og gekk túr við honum á gøtuni við Sandá. Maðurin hevur verið í varðhaldi á Psykiatrisku deild í Havn alla tíðina síðani hendingina í fjør summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691