Fýra skeinkistøð í Oslo stongd

bannari
Fýra skeinkistøð í Oslo stongd
Kommunan hevur nú stongt tilsamans sjey mat- og skeinkistøð fyri brot á smittuverjuleiðreglurnar
 
07.07.2020 - 14:21

Oslo kommuna hevur í dag stongt fýra mat- og skeinkistøð, sum myndugleikarnir ikki halda, hava gjørt nóg nógv fyri at tálma koronu smittuvandan.

Harvið hevur kommunan nú stongt tilsamans sjey mat- og skeinkistøð. Tað fyrsta varð stongt 15. mai, tvey afturat vórðu stongd 30. juni, og í dag eru  fýra mat- og skeinkistøð afturat stongd.

Tá koronusjúkan av fyrstan tíð fór at ganga, vórðu øll mat- og skeinkistøð í Oslo stongd, men 1. juni fingu tey loyvi at lata upp aftur við avmarkaðum virksemi.

Frá 22. juni kundu mat- og skeinkistøð í norska høvuðsstaðnum  aftur hava vanligar upp- og afturlatingartíðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585