Orsøkin til eldin funnin

Orsøkin til eldin funnin
Óansni í samband við, at illgras bleiv brent, var orsøkin til at eldur var í á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi í Runavík seinnapartin fríggjadagin
Eldur kom fríggjadagin í Suðurstovu á Eysturoyar Ellis- og røktarheimi
 
07.07.2020 - 12:41

Eldurin var millum skins og hold í Suðurstovu á heiminum. Fólkaskaði var eingin, men neyðugt gjørdist at flyta 14 fólk av teimum 22, sum búðu har.

Tí hóast skaðin ikki var so stórur av eldinum, var stórur vatnskaði og roykskaði. Tann, sum brendi illgras, fær eitt sektaruppskot, sigur løgreglan.

Jóngerð Guttesen, leiðari á Ellis- og Røktarheiminum, sigur, at í morgin verður farið at vaska fýra kømur, og tey, sum búgva har, kunnu væntandi flyta inn aftur í næstu viku. 

Hini tíggju flyta væntandi inn aftur í næsta mánað. Tryggingin sýnaði skaðan í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819