USA umhugsar at banna TikTok

USA umhugsar at banna TikTok
Landið umhugsar at banna appini, sum umleið 800 milliónir fólk í heiminum brúka
USA fer møguliga at banna vælumtóktu appini, TikTok, sigur uttanríkisráðharrin í landinum
 
07.07.2020 - 13:09

USA umhugsar at banna væl umtóktu kinesisku appini TikTok. Tað viðgongur amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, sambært CNN. 

Mike Pompeo segði í samrøðu við Fox News, at amerikanska stjórnin fylgir neyvt við útbreiðsluni av kinesiskum appum. 

Vælumtókt eisini uttan fyri Kina

Spurdur beinleiðis, um USA ætlar at banna TikTok og øðrum kinesiskum appum, svaraði Pompeo, at tað avgjørt er nakað, sum amerikanska stjórnin umhugsar. 

Viðmerkingin hjá Pompeo kemur í kjalavørrinum á, at politiski spenningurin millum USA og Kina er likin yvir í nógv onnur øki, eitt nú trygd, handil og tøkni. 

TikTok er vorðið sera væl umtókt í USA og øðrum vesturlondum undir koronufarsóttini, og appin er tikin niður 315 milliónir ferðir fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár, og tað er met í einum og sama ársfjórðingi. 

Tvíhalda um, at trygdin er í lagi

TikTok er fyrsta kinesiska sosiala app, sum hevur vunnið sær nevniverda undirtøku uttan fyri Kina. 

Samstundis, sum USA umhugsar at banna TikTok, ætlar TikTok at flyta úr Hong Kong, tí Kina hevur sett nýggjar trygdarlógir í gildi fyri býin, ið geva kinesisku stjórnini víðkaðar heimildir at sleppa fram at persónsdátum hjá fólki. 

Amerikanski stjórin í TikTok, Kevin Mayer, sum er fyrrverandi stjóri í Walt Disney, hevur áður sagt, at ongar persónsdátur hjá TikTok verða goymdar í Kina. 

India bannar kinesiskum appum

TikTok hevur eisini áður sagt, at tað ikki fer at finna seg í, at kinesiska stjórnin ætlar at sensurera tilfar á appini ella at tiltuska sær atgongd til brúkaradátur. Men nýggja trygdarlóggávan fyri Hong Kong hevur givið kinesisku stjórnini størri heimildir. 

Indiska stjórnin segði í síðstu viku, at hon fór at banna TikTok og øðrum kinesiskum appum, tí tær eru ein hóttan móti landsins yvirræði og reinlyndi, sum tað bleiv sagt. 

Spenningurin millum India og Kina er nógv øktur í kjalavørrinum eftir samanbrestir millum londini við markið til Himalaya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858