Nú byrjar kappingin um Løgmanssteypið

Nú byrjar kappingin um Løgmanssteypið
Fult umfar verður í kappingini um Løgmanssteypið í dag
Mynd frá finaluni um løgmanssteypið í 2019
 
08.07.2020 - 14:34

Talan er um fyrsta umfar og verður byrjað við Stórá í Trongisvági klokkan hálvgum fýra, har TB tekur ímóti ÍF. 

Stóri dysturin hetta umfarið er í Klaksvík klokkan 19, har KÍ tekur móti HB. Tann dysturin verður útvarpaður beinleiðis í Kringvarpinum. 

Hinir dystirnir hetta umfarið eru hesir: 

Í Sørvági hittast 07 Vestur og FC Suðuroy klokkan 17:30. Í Streymnesi tekur EB/Streymur móti NSÍ klokkan sjey. 

Á Argjum hittast høvuðsstaðarfeløgini AB og Undrið klokkan sjey. 

Á Skála møtast Skála og FC Hoyvík klokkan sjey, og á Toftum hittast eysturoyarfeløgini B68 og Víkingur klokkan sjey.

Seinasti dysturin hetta umfarið byrjar klokkan 19:15 á Sandi, har B36 er móstøðuliðið hjá heimaliðnum B71.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851