Huawei eisini í Íslandi

Huawei eisini í Íslandi
Kinesiska fjarskiftisfyritøkan Huawei roynir eisini at selja 5G tøknina í Íslandi
 
08.07.2020 - 11:07

Tað hevur vakt ans, at Mike Pence, varaforseti í USA, í fjør heyst legði trýst á íslendskar myndugleikar um ikki at loyva Huawei framat við nýggjari tøkni í Íslandi.

Kenn­eth Fredrik­sen, sum er ein av stjórunum hjá Huawei í Norðurlondum, sigur við Morgunblaðið, at einki er at stúra fyri hjá Huawei. 

Hann sigur, at íslendingar eru nøgdir við tað, sum Huawei hevur gjørt í Íslandi. Íslendska stjórnin, millum annað forsætisráðharrin, ger púra greitt, at Ísland ger sína egnu niðurstøðu tí viðvíkjandi.

NOVA og Vodafona í Íslandi brúka Huawei. Fólk hjá Huawei vóru í Íslandi í síðstu viku og tosaðu við viðskiftafólk um millum annað 5G.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964