Allar avreiðingar síggjast nú hjá Hagstovuni

Allar avreiðingar síggjast nú hjá Hagstovuni
Nú verða allar avreiðingar tiknar við, sama, hvat fiskaslagið er, og, hvussu tað verður viðgjørt umborð
 
09.07.2020 - 14:08

Nú ber til at síggja allar avreiðingar á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Nú verða allar avreiðingar tiknar við, sama, hvat fiskaslagið er, og, hvussu tað verður viðgjørt umborð.

Uppsjóvarfiskur og fiskurin hjá flakatrolarunum er nú eisini við. Avreiðingarskipanin hjá Vørn er keldan til hagtølini.

Til 1. juni í ár eru fiskað umleið 3.000 tons minni av botnfiski undir Føroyum enn somu tíð í fjør. Minkingin er 9,4 prosent.

Sølan er eisini minni í ár. Selt er fyri 70,8 milliónir krónur minni í ár. Góð 50.000 tons minni av uppsjóvarfiski eru avreidd í ár. Men prísirnir eru betri í ár, slakar 30 milliónir krónur størri enn í fjør.

    

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819