Umbønirnar viðgerast í dag

bannari
Umbønirnar viðgerast í dag
Fyrrapartin fer Fíggjarnevndin hjá løgtinginum at viðgera tey bæði fíggjarnevndarskjølini, sum hon hevur fingið frá landsstýrinum
Landsstýrið biður um góðar 5,3 milliónir krónur til eina koronudeild, ið skal gerast á Landssjúkrahúsinum
 
09.07.2020 - 06:24

Landsstýrið biður um góðar 11,3 milliónir krónur til koronukanningar og koronudeild á Landssjúkrahúsinum. Landsstýrismenninir í fíggjarmálum og heilsumálum hava fingið fundarboð í dag.

Formaðurin í Farsóttarnevndini, Michael Boolsen, fúti og umboð fyri Landsverk og Landssjúkrahúsið koma eisini á fundin hjá Fíggjarnevndini. 

 >> SÍ EISINI Biðja um pening til kanningar og deild

Landsstýrið biður um seks milliónir krónur til koronukanningar og góðar 5,3 milliónir krónur til eina koronudeild á Landssjúkrahúsinum.

Tær seks milliónirnar skulu brúkast til at kanna ferðafólk, sum koma til Føroya eftir 10. juli. Seks milliónir eru til kanningar í tríggjar vikur.

Fundurin hjá Fíggjarnevndini byrjar klokkan eitt korter til tíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012