Maður datt oman og doyði

Maður datt oman og doyði
Líksýn verður seinnapartin í morgin ella fyrrapartin týsdagin í sambandi við eina vanlukku í Kambsgjogv norðanfyri Tjørnuvík gjáramorgunin
Tjørnuvík er uttast til vinstru á myndini. Har maðurin datt oman, er frámerkt við reyðum
Mynd: Pól Sundskarð  
 
12.07.2020 - 10:06

Líksýn verður seinnapartin í morgin ella fyrrapartin týsdagin í sambandi við eina vanlukku í Kambsgjogv norðanfyri Tjørnuvík gjáramorgunin.

Ein maður, sum var á fjalli, datt oman og doyði.

Farið varð á fjall um átta-tíðina í gjáramorgunin. 

Tá komið var saman aftur, varnast hini, at ein maður ikki er komin aftur. Farið varð at leita, og maðurin varð funnin omandottin. 

Tyrla varð boðsend

Politiið fekk fráboðanina klokkan hálvgum tíggju. 

Tyrla var eftir manninum og flutti hann á Landssjúkrahúsið. Maðurin doyði í vanlukkuni.

Maðurin, sum var í trýssunum, búði í Tjørnuvík, og hann var vanur fjallmaður.

Veðrið var gott í Tjørnuvík í gjár, og lendið var turt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585