Byggiætlan ikki slept enn

Byggiætlan ikki slept enn
Sands kommuna hevur fingið umsóknina frá trimum bóndum, sum hava ætlanir um at byggja eitt felags fjós, aftur til nýggja viðgerð
 
13.07.2020 - 14:14

Málið um Felagsfjósið á Sandi, ætlanin er at byggja, skal nú viðgerast í lokalu friðingarnevndini fyri Sandoyar sýslu. Tað váttar sýslumaðurin, Finnbogi Midjord, sum er fastur formaður í nevndini.

Ætlanin hjá trimum bóndum á Sandi, Ottari Hentze, Eynari Martin Kjærbo og Jógvani Olsen, at byggja eitt felags fjós til umleið 60 mjólkineyt, er eftirhondini nakað gomul, men hon er ikki slept enn, váttar Ottar Hentze, bóndi í Uttastovugarðinum.

Sands kommuna fekk eina umsókn um byggiloyvi frá teimum trimum til at byggja eitt stórt felagsfjós fyri meira enn einum ári síðani, men heldur óvæntað atkvøddi Sands kommuna ímóti at lata teimum trimum byggiloyvi. Bara ein atkvøða var á muni.

 >> SÍ EISINI Kæra avgerð hjá kommununi

Avgerðin hjá Sands kommunu varð kærd til Kærunevndina fyri lendismál, sum viðgjørdi málið og vísti málið heim til nýggja viðgerð, so Sands kommuna hevur nú fingið málið til nýggja viðgerð fyri aðru ferð.

Hesaferð hevur Sands kommuna lagt málið fyri lokalu friðingarnevndina, ið millum annað skal taka støðu til, um fjósið liggur ov tætt at ánni. Sambært Ottari Hentze liggja aðrir vinnubygningar í sama øki, sum er lagt út til landbúnaðarøki í byggisamtyktini.

Lokala friðingarnevndin hevur ikki havt stundir til at viðgera málið enn, men væntar at koma til eina niðurstøðu í august. Niðurstøðan hjá lokalu friðingarnevndini er orsøkin til, at Sands kommuna letur teimum trimum loyvi at byggja felagsfjósið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585