Fleiri lekar enn roknað við

Fleiri lekar enn roknað við
Streymoyarmegin er Sandoyartunnilin komin út í havbotnin, men Sandoyarmegin er tunnilin enn á landi
 
13.07.2020 - 13:03

Higartil hava verið fleiri lekar í Sandoyartunlinum enn roknað varð við. Lekar eru báðumegin, og teir verða tiptir so hvørt. 

Streymoyarmegin er tunnilin komin út í havbotnin, men Sandoyarmegin er tunnilin enn á landi.

Lekar gjørdu, at Eysturoyartunnilin bleiv ein mánað seinkaður, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlum.

Sandoyartunnilin er næstan komin í helvt. Higartil eru 41 prosent av samlaða teininum boraðir. Tunnilin verður 10.785 metrar.

1.500 metrar Streymoyarmegin eru asfalteraðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652