Dømdur at rinda endurgjald

Dømdur at rinda endurgjald
Maðurin, sum varð dømdur fyri neyðtøkuroynd í síðstu viku, skal rinda kvinnuni 67.000 krónur í endurgjaldi
 
14.07.2020 - 07:22

Ein maður um 30 ár, sum í Føroya rætti er dømdur tvey ár og tríggjar mánaða fongsulsreving fyri neyðtøkuroynd, er eisini dømdur at lata kvinnuni, hann er dømdur fyri at royna at neyðtaka, slakar 67.000 krónur í endurgjaldi. 

Maðurin er dømdur fyri, at hann við harðskapi ella við hóttan um harðskap royndi at noyða ein unga kvinnu til samlegu úti á einum vegi og í einum garði í Havn, eftir at hava elt hana. 

Hetta eydnaðist tó ikki, tí kvinnan gjørdi mótstøðu og slapp sær undan. Maðurin noktaði seg sekan í ákæruni um neyðtøkuroynd.

 >> SÍ EISINI Dømdur fyri neyðtøku

Hendingin var í september í fjør. Maðurin hevur verið í varðhaldi til hann varð dømdur í farnu viku. Hann er mentalkannaður. Maðurin tók við dóminum.

Maðurin kemur sambært Rættarlæknaráðnum undir greinina í revsilógini, sum loyvir aðrari revsing enn fongsul, men ráðið kann ikki vísa á annað og betri enn vanliga revsing til tess at fyribyrgja framtíðar lógarbrotum.

Maðurin er fyrr dømdur fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691