Marjun í Kálvalíð prædikar á ólavsøku

Marjun í Kálvalíð prædikar á ólavsøku
Guðstænastan ólavsøkudag verður øðrvísi enn vanligt er
 
14.07.2020 - 08:48

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, sum ikki hevur prædikað á ólavsøku, sum prædikar ólavsøkudag. 

Átta sóknarprestar standa í røðini at prædika ólavsøkudag. Elstur av teimum, tá hugsað verður um starvsaldur, er Marjun í Kálvalíð, stendur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

Marjun í Kálvalíð varð prestvígd í 2013. Hon hevur verið prestur í Vága prestagjaldi síðani í september í fjør. Korona ger, at guðstænastan ólavsøkudag verður øðrvísi enn vanligt. 

Í kirkjuni verða bara tey, sum ganga skrúðgongu úr løgtinginum, kirkjutænarar, hjálparfólk og eitt kór. Onnur sleppa ikki inn. Kringvarpið sendir tó, sum vant, guðstænastuna ólavsøkudag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691