Tænastuvinnan hart rakt

Tænastuvinnan hart rakt
Lønirnar í privatu tænastuvinnuni vóru í juni 23 milliónir minni enn framrokningin segði
 
15.07.2020 - 08:46

Privatar tænastuvinnur eru tann vinnugreinin, sum korona hevur rakt harðast.

Privatar tænastuvinnur eru handil og umvæling, gistihús og matstovur, flutningur, postur og fjarskifti, fígging og trygging, vinnuligar tænastur, húsarhaldstænastur og felagsskapir og mentan.

Sambært hagtølunum fyri juni, sum Hagstovan hevur kunngjørt, vóru lønirnar 253 milliónir krónur í privatu tænastuvinnunum.

8.400 fólk í vinnuni í juni

Lønirnar vóru 23 milliónir, 9,1 prosent, minni enn framrokningin segði. Í framrokningini er ikki roknað við koronu. Í mai var munurin 16 prosent.

Í hinum trimum vinnubólkunum í hagtølunum er munurin ikki so stórur. Vinnubólkarnir eru almennar tænastuvinnur, fiskivinna og aðrar tilfeingisvinnur og bygging og onnur tilvirking.

8.400 fólk arbeiddu í privatu tænastuvinnunum í juni. Framrokningin sigur góð 8.900, 500, góð seks prosent, fleiri. Munurin var størri í mai, tá var hann 11 prosent, og í apríl var hann 16 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858