Næstan 68.000 smittað eftir einum samdøgri

bannari
Næstan 68.000 smittað eftir einum samdøgri
Talið av fólki, sum hava fingið staðfest koronu, setti aftur í gjár met í Brasilia
Fólk sóttreinsa ein matmarknað í Brasilia herfyri
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
23.07.2020 - 07:04

Síðsta samdøgrið hava næstan 68.000 fólk fungið staðfest COVID-19, og tað er tað mesta nakrantíð, upplýsa heilsumyndugleikarnir í Brasilia.

Tilsamans 2,2 milliónir fólk í Brasilia hava nú fingið koronusmittuna, og stívliga 83.000 fólk eru deyð við koronusmittuni í sær. 

Serfrøðingar óttast, at veruliga talið av smittaðum kann vera nógv størri, tí alt ov fá fólk verða kannað í fólkaríka landinum við 212 milliónum íbúgvum. Næst eftir USA er Brasilia landið við flest koronutilburðum.

Í USA eru nú fleiri enn fýra milliónir fólk staðfest at vera smittað við koronu, og 145.000 fólk eru deyð við smittuni í sær, vísa nýggjastu tølini frá Johns Hopkins University.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585