Nema ikki vrakað Huawei

Nema ikki vrakað Huawei
Avgerðin um 5G-veitara er handilslig, sigur stjórin í føroysku fjarskiftisfyritøkuni
 
23.07.2020 - 06:50

Føroyska fjarskiftisfyritøkan, Nema, hevur enn ikki vrakað Huawei sum veitara til teirra 5G-net. Tað staðfestir Gudny Langgaard, stjóri. 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, róði annars eftir fundin við amerikanska uttanríkisráðharran, Mike Pompeo, framundir, at føroysku fjarskiftisveitararnir "hálvavegna hava vrakað Huawei", sum hann málbar seg.

Men Gudny Langgaard, stjóri í fjarskiftisfyritøkuni, Nema, slær fast, at fyri Nema er avgerðin um 5G-veitaran ein handislig avgerð, sigur hon við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652