Koronukreppan: Boris Johnson tekur í egnan barm

bannari
Koronukreppan: Boris Johnson tekur í egnan barm
Bretska stjórnin kundi handfarið byrjanina av koronukreppuni á annan hátt. Tað viðurkennir bretski forsætisráðharrin Boris Johnson.
 
25.07.2020 - 11:46

Bretski forsætisráðharrin Boris Johnson viðurkennir nú, at bretska stjórnin kundi handfarið byrjanina av koronukreppuni á annan hátt. Tað segði hann í samrøðu við BBC í gjár.

- Kanska vóru viðurskifti, vit áttu at gjørt øðrvísi segði Johnson og legði afturat, at tað vóru nógv viðurskifti sum stjórnin mátti læra.

Boris Johnson, sum sjálvur gjørdist álvarsliga sjúkur av koronu, segði eisini at stjórnin ikki skilti framferðarháttin hjá smittuni tær fyrstu vikurnar og mánaðirnar, og hvussu stóra ávirkan tey smittaðu fólkini uttan sjúkueyðkenni høvdu.

Boris Johnson hevur verið undir hørðum átfinnngum fyri sína handfaring av koronafarsóttini, og fyri ikki at taka støðuna í nóg stórum álvara. 

Tað gekk eisini long tíð áðrenn bretska samfelagið fór munandi niður í ferð, umframt at bert fáar kanningar av sjúkum fólkum vórðu gjørdar. Góð 45.000 fólk eru deyð við koronasmittuni í Bretlandi. Tað er einans í Brasilia og USA, at fleiri fólk eru deyð av koronasmittuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851