Fýra av manningini á Cassiopeia eru eftir

bannari
31.07.2020 - 09:50
AktueltHeilsa
Fýra av manningini á Cassiopeia eru eftir
Tríggir av teimum fýra eru smittaðir av koronu
Cassiopeia og tveir russiskir trolarar hava ligið í Norðhavnini seinastu dagarnar
 

Fýra av manningini á farmaskipinum Cassiopeia vóru eftir, tá skipið legði frá landi í Norðhavnini um 10-tíðina í gjárkvøldið.

Samstundis kom ein annar umborð.  Millum teirra, sum fóru í land, er ein av yvirmonnunum.

Tríggir av teimum fýra, sum fóru í land, hava fingið staðfest koronusmittu, men tann fjórði er ikki smittaður.

Eru avbyrgdir

Teir tríggir, sum eru smittaðir, eru avbyrgdir, og tann, sum ikki er smittaður, er í sóttarhaldi, upplýsir landslæknin.

Tilsamans hava 11 av manningini á Cassiopeia hava fingið staðfest smittuna. Skipið hevur nú kós móti Las Palmas.

Landslæknin mælti annars til, at øll manningin varð skift.

Tey fýra av manningini, sum fóru í land, eru nú á einum gistingarhúsi, og teir fáa mat bornan til dyrnar. 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. januar
Breddin
119145
Týsdag 19. januar
Óhoyrt
119143
Týsdag 19. januar
Tempo
119133
Týsdag 19. januar
Góðan morgun Føroyar 19.01.2021
119121
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. januar
3-2
119108
Sunnudag 17. januar
Andakt við Jens Bech
119046
Sunnudag 17. januar
Guðstænasta í kirkjuni við Norðskála
119037
Mikudag 13. januar
Mentanarvirðislønir landsins 2020
118890