Dan í Soylu tveitti NSÍ úr FM stríðnum

02.08.2020 - 17:14
ÍtrótturFótbóltur
Dan í Soylu tveitti NSÍ úr FM stríðnum
HB hevur sett greiða kós móti FM uttan nakran kappinganeyta
 

Eingin tekur í løtuni HB, sum nú hevur sett kósina einsamalt móti FM. 


NSÍ hevði trupult við at fóta sær í dag, og við tveimum málum frá Dan í Soylu var eingin ivi um, at HB er besta liðið í deildini. 

 

HB- NSÍ   2-0 (1-0)
31 min: Mikkel Dahl brendi brotsspark. 
38 min: 1-0 Dan í Soylu
65 min: 2-0 Dan í Soylu

 

Víkingur og KÍ, 12-0, 11 málskjúttar 

KÍ heldur góðu gongdini frá sigrinum á NSÍ við Løkin á ólavsøku. Í dag stóð eitt veikt Skála lið fyri tørni. 
Skála hevur skift venjara til dagsins dyst. Bill M. Jacobsen er givin, og Sorin Anghel hevur tikið yvir sum høvuðsvenjari.


Men tað var ikki í dag, at Sorin Anghel fekk vent gongdini hjá Skála. 
Eftir bert 17 minuttir var Skála longu aftanfyri við trimum málum. 

Kí avrikaði sannførandi við seks málum og fimm málskjúttum. 

 

Víkingur vísti eisini, hvør dugur er í teimum, tá spælið og málskjótingin rigga. 

Venjarin, Eyðun Klakstein, segði aftan á tapið fyri B36, at nú hugdu teir ikki eftir stigatalvuni longur. 

Útfrá dagsins sigri kann man siga, at tað riggaði at skifta fokus. Víkingur skjeyt seks mál, og málini komu frá seks ymsum málskjúttum. 

 

Úrslitini 

Skála- KÍ:  0-6 (0-3)
6 min:   Jóannes Bjartalíð
15 min:  Jóannes Bjartalíð
17 min:  Jóannes K. Danielsen
68 min:  Deni Pavlovic
81 min:  Páll Klettskarð
88 min: Jonn Johannesen

 

Víkingur- EB/Streymur   6-0- (5-0)
16 min: Sølvi Vatnhamar 
22 min: Gunnar Vatnhamar
32 min: Finnur Justinussen
35 min: Jákup Johansen
44 min: Ari Olsen 
60 min: Noah Mneney 

 

 

 

 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Nón 27. november 2020
116865
Fríggjadag 27. november
Gunnar Restorff er gestur í Dansivali
116855
Fríggjadag 27. november
Góðan morgun Føroyar
116844
Fríggjadag 27. november
Morgunlestur fríggjadagur 27.november 2020
116532
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
Vit herja á! 2:3
116827
Týsdag 24. november
Atlantshavið (3:3): Úr Himni í helheim
116727
Mánadag 23. november
3-2
116682
Sunnudag 22. november
Andakt við Sonju I. Jacobsen
116610
Sunnudag 22. november
Fótbóltur: NSÍ - KÍ
116620