Nýggjur kanningarháttur: Svar eftir 90 minuttum

bannari
Nýggjur kanningarháttur: Svar eftir 90 minuttum
Í næstu viku verður farið undir ein nýggjan kanningarhátt á almennum sjúkrahúsum, røktarheimum og rannsóknarstovum í Bretlandi
300.000 fólk í Bretlandi hava koronu
Mynd: AP/University of Oxford  
 
03.08.2020 - 11:02

Longu hálvan annan tíma eftir, at tú ert kannaður fyri koronu ella beinkrím í Bretlandi, ber til at fáa úrslitið.

At kanningarúrslitini verða tøk eftir 90 minuttum, fer at hava við sær, at tað ber til nógv skjótari at staðfesta, hvussu nógv smittan hevur breitt seg, sigur bretski heilsumálaráðharrin, Matt Hancock.

Fleiri bíða leingi, sum nú er

Í løtuni fáa tríggir fjórðingar av teimum, sum verða kannað, svar eftir einum samdøgri. Ein fjórðingur noyðist at bíða eftir svari i tvey samdøgur.

Tað er ikki neyðugt hjá heilsustarvsfólki at hava eina serliga útbúgving at brúka nýggja kanningarháttin, og tað ber til at kanna fólk fyri koronu á starvsstovum, sum kunnu flytast.

Tað er ein stórur fyrimunur, at hesar kanningar kunnu staðfesta beinkrím ella COVID-19 eftir so stuttari tíð, sigur heilsumálaráðharrin í Bretlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585