Minst 25 nýggir tilburðir

bannari
Minst 25 nýggir tilburðir
Líkt er til, at tað ongantíð fyrr hava verið staðfestir so nógvir koronutilburðir, sum tað verða í dag
 
06.08.2020 - 12:19

– 25 tilburðir av koronu eru higartil staðfestir í dag, men tað talið kann koma uppá 30, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við útvarpið.

Sostatt eru ábendingar um, at tað ongantíð fyrr eru staðfestir so nógvir koronutilburðir í Føroyum í eitt samdøgur, sum tað verða í dag.

Tað tykist greitt, hóast allar kanningarnar, sum vórðu tiknar av fólki í gjár, ikki eru liðugt kannaðar. Tilsamans 1.500-1.600 fólk vórðu kannað í gjár.

Tá talið var størst, fingu 28 fólk í Føroyum staðfest COVID-19. Tað var tann 15. mars. Higartil hava 241 fólk í Føroyum fingið staðfest smittuna, vísa tøl á corona.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628