Hevði ov leingi opið

Hevði ov leingi opið
Eigarin er fyrsti persónurin, ið verður skuldsettur fyri brot á nýggju reglugerðina
 
08.08.2020 - 11:58

Ein matstovueigari bleiv í nátt skuldsettur fyri brot á nýggju kunngerðini, ið áleggur matstovum og skeinkistøðum at steingja klokkan 23. 

Tað upplýsir løgreglan. 

Talan er um eitt matstað í Eysturoynni, ið hevði opið, tá løgreglan kom á gátt beint áðrenn midnátt. 

Sostatt verður eigarin av matstaðnum tann fyrsti persónurin, ið verður skuldsettur fyri brot á nýggju kunngerðina, ið skal minka um Covid-19-smittuna. 

Nýggja reglugerðin ásetir, at øll matstøð- og skeinkistøð skulu lata aftur í seinasta lagi klokkan 23. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652