- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroya landsstýri letur 500.000 til Libanon
Føroya landsstýri letur 500.000 til Libanon
Støðan er hættislig í Beirut eftir spreingingina týsdagin. Føroya Landsstýri letur tí eina hálva millión í bráðfeingishjálp til Libanon
09.08.2020 - 10:44
Uttanríkisráðið boðar frá at landsstýrið hevur gjørt av at lata 500.000 kr. til Libanon.
Týsdagin var ógvuslig spreinging í høvuðsstaðnum Beirut. Síðani spreingingina hava fleiri fólk latið lív og fleiri fingið skaða, og støðan í libanska høvuðsstaðnum er sera hættislig. Tí hevur Landsstýrið gjørt av at lata neyðhjálp til landið.
Peningurin verður millum annað brúktur til bráðfeingisskaðastovur, heilivág, útbering av teppum, vatni og mati umframt útgerð til reinføri.
Reyði Krossur skal skipa, hvussu peningurin verður brúktur í vanlukkurakta økinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV