Kanna frá klokkan 17 til 19

bannari
Kanna frá klokkan 17 til 19
Kanningarnar á Landssjúkrahúsinum verða nú ikki gjørdar allan dagin
Koronukanningarnar í Havn verða nú gjørdar í hesum tjaldinum á Eirargarði, oman fyri Landssjúkrahúsið
Mynd: KvF  
 
10.08.2020 - 09:08

Koronakanningar verða á Landssjúkrahúsinum gerandisdagar frá klokkan 17 til 19. Tað upplýsir Landssjúkrahúsið í tíðindaskrivi.

Tær kanningarnar byrja í dag, og seinni í vikuni verður boðað frá, hvør skipan verður galdandi um vikuskiftið.

Byrjaðu í gjár

Nýggja kanningarmiðstøðin á Eirargarði hevði opið fyri fyrstu ferð í gjár, og royndin eydnaðist samanumtikið væl.

Hóast bíðirøðirnar vóru langar og tey, ið bíðaðu longst, bíðaðu upp ímóti fýra tímum, so vóru fólk tolin og vístu atlit fyri hvørjum øðrum. Leysliga mett lótu 1000 fólk seg kanna í gjár.

Kanningarmiðstøðin hevur opið allar gerandisdagar frá 17 til 19. Øll, sum standa í bíðirøð klokkan 19, verða kannað fyri koronu í dag. Onnur mugu bíða til í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584