Óvist hvør revsingin verður

bannari
Óvist hvør revsingin verður
Málið um eitt matstað í Saltangará, sum ikki virdi afturlatingina í síðstu viku, er nú latið ákæruvaldinum til støðutakan
Rætturin skal nú taka støðu til, hvør revsingin verður fyri at hava ov leingi opið
 
10.08.2020 - 11:40

Av tí, at hetta er fyrsta brotið av hesum slagnum, ber ikki til at avgreiða tað við sektaruppskoti. Málið er sent ákæruvaldinum.

Talan er um fyrsta, og higartil einasta brot, á kunngerðina, sum áleggur matstovum og skeinkistøðum at lata aftur í seinasta lagi klokkan 23:30.

Talan er um eitt matstað í Saltangará, sum var opið, tá løgreglan kom á gátt beint fyri midnátt fríggjakvøldið.

 >> SÍ EISINI Hevði ov leingi opið

Tá ein lóg ella ein kunngerð verður brotin fyrstu ferð, er vanligt at fáa Føroya rætt at áseta revsingina, so løgreglan veit næstu ferð, hvørja revsing, tað skal krevja. 

Sambært matvørulógini, sum kunngerðin um afturlating, byggir á, er revsingin sekt ella fongsul upp í fýra mánaðir. 

Revsingin kann herðast til fongsul í upp í eitt ár, um brotið er framt tilvitað ella av grovum ósketni, ella um talan er um endurtøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584