Seta blokkin á fundamentið í dag

Seta blokkin á fundamentið í dag
Arbeiðið at skifta motorblokkin á Norðborg verður eftir ætlan liðugt síðst í hesum mánaðinum
Neyðugt varð at seta hol á skipssíðuna á Norðborg fyri at fáa gamla blokkin út og tann nýggja inn
Mynd: Mest  
 
11.08.2020 - 09:22

Arbeiðið at skifta motorblokkin á uppsjóvarskipinum Norðborg gongur sum ætlað, sigur Mest.

Nýggi blokkurin verður settur á fundamentið í skipinum í dag.

Talan er um ein Bergen dieselmotor, sum er góðar 8.000 hestakreftir og vigar 29 tons.

Arbeiðið byrjaði fyrst í juli.

Hol er skorið í skipssíðuna á Norðborg fyri at fáa brotnaða blokkin út og tann nýggja inn.

Liggur í Norðhavnini

Norðborg liggur í Norðhavnini, meðan arbeiðið verður gjørt. Arbeiðið verður væntandi liðugt síðst í august. 

Motorblokkurin hjá Norðborg brotnaði, tá skipið var til fiskiskap 20.juni.

Ein nýggjur blokkur varð funnin í New York. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Mánadag 15. apríl
Víkingur hevur sett kósina
173736
Mánadag 15. apríl
Við eymk og fret
173715
Mánadag 15. apríl
Góðan morgun Føroyar
173705
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628