Kanningar uttan ávísing eiga at halda fram

bannari
Kanningar uttan ávísing eiga at halda fram
Farsóttarnevndin mælir til, at øll framvegis skulu hava hava atgongd til at kanna seg fyri koronu uttan læknaávísing
Verandi kanningarskipan, her fólk kunnu kannast uttan læknaávísing, skal halda fram, sigur farsóttarnevndin
 
12.08.2020 - 20:41

Tað sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur fingið tilmælið frá farsóttarnevndini.

Í tíðindunum á middegi greiddi Michael Boolsen, formaður í farsóttarnevndini, frá, at nýggju tilmælini hjá farsóttarnevndini eru, at fólk skulu nýta munnbind í almenna rúminum har nógv fólk eru savnað og at sóttarhaldið framvegis skal vera 14 dagar. 

Haraftrat umrøddi farsóttarnevndin atgongdina til koronukanningar og hvørt hon eigur at verða avmarkað, nú fleiri enn 1.000 kanningar verða gjørdar hvønn dag, hóast fáir tilburðir verða staðfestir dagliga.

Viðgerast á landsstýrisfundi

Tilmælið hjá farsóttarnevndini er, sambært Kaj Leo Holm Joahnnesen, at hildið verður fram við at lata øll sleppa framat árið út.

Tað er tó ikki avgjørt enn, men skal viðgerast á landsstýrisfundi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Týsdagin vóru yvir 3.000 fólk og kannaðu seg fyri koronu. Endaliga talið av royndum frá í gjár er ikki greitt enn, men talið er oman fyri 1.600.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851