Nú eru 110 koronutilburðir

bannari
Nú eru 110 koronutilburðir
Ein tilburður aftrat er staðfestur í kanningunum, sum vóru gjørdar mánadagin
171 kanningar, sum vórðu gjørdar mánadagin, og 1608 kanningar frá í gjár eru enn eftir at greina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.08.2020 - 15:39

Talan av koronatilburðum í Føroyum er nú 110, eftir at ein tilburður er staðfestur aftrat frá royndunum mándagin. 

Tað sæst í hagtølunum á corona.fo eftir seinastu dagføringina.

Sostatt eru níggju tilburðir staðfestir frá royndunum mánadagin, og tríggir eru staðfestir í kanningunum, sum vórðu tiknar í gjár.

Tølini fyri báðar dagarnar vaksa uppaftur meira, tí enn vantar heilsuverkinum at greina 171 kanningar frá fyrradegnum og 1608 kanningar, sum vórðu gjørdar í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652