Eykajáttanir til heilsuverkið og Strandferðsluna

Eykajáttanir til heilsuverkið og Strandferðsluna
Biðið er um tilsamans slakar 37 milliónir kr. í eykajáttan, og uppskotið fær fyrstu viðgerð í tinginum í dag
Ternan er so illa tærd, at vandi er fyri, at skipið verður lagt í heyst, og tí er biðið um eykajáttan
 
13.08.2020 - 11:10

Løgtingið er í dag biðið um at lata slakar 37 mió. kr. í eykajáttan til Strandfaraskip landins og til Heilsuverkið.

Hallið í uppskotinum um eykajáttan, sum varð lagt fram fyrrapartin, er 36,9 mió. kr.

Tangarnir á strandfaraskipinum Ternuni eru illa tærdir. Vandi er fyri, at skipið verður lagt í heyst, um viðurskiftini ikki koma í rættlag. Umvælingin kostar 3,5 mió. kr.

Og so eru 33,4 mió. til koronu.

Framvegis ókeypis kanningar 

Biðið er um 13,5 mió. kr. til at kanna ferðafólk, sum koma til Føroya til 1.november, og biðið er um 3,9 mió. kr. til farsóttartilbúgving, til sóttarhaldsstøð, uppihald og fyrisiting.

Sjúkrahúsini skulu hava 16 mió. kr. 

Til Landssjúkrahúsið verður biðið um 14,8 milliónir, 800.000 kr. til Klaksvíkar sjúkrahús og 400.000 kr. til Suðuroyar sjúkrahús.

Uppskotið um eykajáttan varð lagt fram fyrrapartin, og tingið hevur samtykt at víkja frá tíðarfreistini, so málið kann viðgerast longu í dag.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652