Flestu tilburðirnir eru í Suðurstreymi

bannari
Flestu tilburðirnir eru í Suðurstreymi
Í vár gjørdi smittan nógv um seg í Norðoyggjum, men hesaferð eru Norðoyggjar at kalla slopnar undan smittu
Nógv lata seg kanna fyri koronu. Nýggj tøl vísa, at flestu tilburðirnir eru í Suðurstreymi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.08.2020 - 10:07

Tað er serliga høvuðsstaðarøkið, ið er rakt av koronusmittuni hesaferð. Sambært hagtølum á corona.fo búgva 65 av teimum 148 fólkunum, sum hava fingið staðfest koronasmittu síðan 1. juli, í Suðurstreymoy. 

Í Eysturoy eru 12 smittað, í Suðuroy 5, í Vágum 3, í Norðoyggjum 1, í Sandoy 1, men í Norðstreymoy er eingin tilburður staðfestur.

37 útlendingar eru staðfestir smittaðir í Føroyum. Harafturat eru 24, har bústaðurin ikki er skrásettur.

Í vár gjørdi smittan nógv um seg í Norðoyggjum, men hesaferð eru Norðoyggjar at kalla slopnar undan smittu.

211 tilburðir

Corona.fo hevur eisini umroknað tølini samanborið við hvørji 100.000 fólk.

Fyri allar Føroyar svarar tað til, at 211 eru smittað síðani 1. juli fyri hvørji 100.000 fólk. Lond verða vanliga bólkað reyð, um fleiri enn 20 eru smittað fyri hvørji 100.000 fólk. 

Tá ræður um økini í landinum, eru 306 smittað í Suðurstreymoy fyri hvørji 100.000, í Suðuroy 108, í Eysturoy 101, í Vágum 89, í Sandoy 77, í Norðoyggjum 16 og í Norðstreymoy eingin.

Tað vil siga, at tað eru bara tvey øki í landinum, ið eru niðanfyri 20, nevniliga Norðoyggjar og Norðstreymoy.

>>SÍ TØL UM KORONU her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012