Fólkaskúlin byrjar aftur týsdagin

bannari
Fólkaskúlin byrjar aftur týsdagin
Meira enn 7.000 næmingar í teimum 44 fólkaskúlunum í Føroyum skulu nú í skúla
Serligar fyriskipanir verða settar í verk fyri at fyribyrgja koronusmittuni, nú fólkaskúlanir byrja aftur
 
13.08.2020 - 07:39

Fólkaskúlin byrjar aftur týsdagin. 7.231 børn fara í skúla í hesum skúlaárinum, 6.994 í fólkaskúlan og 237 í forskúla. 194 børn eru í frískúlum.

44 fólkaskúlar eru í Føroyum. Teir størstu eru skúlin á Fløtum í Havn, sum hevur 752 næmingar, og skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík, sum hevur 719 næmingar.

Sjey skúlar hava færri enn 10 næmingar. 718 børn fara í fyrsta flokk í ár. Hetta eru í høvuðsheitum børn, sum eru fødd í 2013. Tað árið vóru 626 børn fødd í Føroyum. Nú nú sjey ár seinni eru tey 92 fleiri, tí nógv eru flutt til Føroya seinastu árini.

Fyrireikingar ikki endaliga lidnar

Seinnu árini eru serflokkar stovnaðir í fólkaskúlanum. Í hesum skúlaárinum eru 143 næmingar í serflokkum.

Í løtuni eru Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið, skúlaleiðslurnar, kommununurnar og Koronuráðgevingin við at fyrireika, hvussu farið verður aftur í skúla.

Miðað verður eftir at halda allar flokkarnar atskildar, so næmingarnir bara eru saman við næmingunum í sínum egna flokki. Øll hini tilmælini síggjast eisini her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585