Harris: USA skríggjar eftir leiðslu

Harris: USA skríggjar eftir leiðslu
Joe Biden og varaforsetavalevni hansara, Kamala Harris, hava hildið sín fyrsta valfund saman
Kamala Harris er varaforsetavalevni hjá Joe Biden, og tey hava havt sín fyrsta valdfund saman
 
13.08.2020 - 09:41

Týskvøldið okkara tíð kunngjørdi amerikanska forsetavalevnið hjá demokratiska flokkinum, Joe Biden, at tað verður senatorurin úr Kalifornia, Kamala Harris, sum verður hansara varaforsetavalevni.

Og Harris legði ikki fingrarnar ímillum, tá hon í gjár segði síni fyrstu orð sum varaforsetavalevni.

- Donald Trump er ikki nóg góður til starvið sum forseti í USA. USA skríggjar eftir leiðslu, men kortini hava vit ein forseta, sum hugsar meir um seg sjálvan enn um tey, sum hava valt hann, segði Kamala Harris í Delaware, har hon og Joe Biden hildu sín fyrsta valfund saman.

Korona og búskapur

Kamala Harris fanst at Donald Trump fyri handfaringina av korona-kreppuni í USA og av búskaparkreppuni, sum er komin við henni. 

- Hetta er tað, sum hendir, tá vit velja ein mann, sum barasta ikki er nóg góður til starvið. Okkara land endar við at liggja í sori, og tað sama ger okkara umdømi um alla verðina, segði Kamala Harris.

Hon nevndi tó einki um, hvat demokratarnir fara at gera øðrvísi, um hon og Biden verða vald. Men eygleiðarar halda, at røðan gav eina góða ábending um, hvussu valstríðið í USA fer at verða.

Amerikanska forsetavalið verður 3. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887