23,5 milliónir játtaðar til at kanna ferðafólk

bannari
23,5 milliónir játtaðar til at kanna ferðafólk
Undirtøka var ikki í løgtinginum fyri einum broytingaruppskoti um at játta 10 milliónir minni til koronukanningar
Løgtingið hevur nú tilsamans játtað 23,5 miliónir krónur til at kanna fólk, sum koma til Føroya
 
14.08.2020 - 06:16

Eitt broytingaruppskot frá trimum andstøðuflokkum í Fíggjarnevndini um bara at játta 3,5 milliónir krónur, og ikki 13,5 milliónir, til at koronukanna tey, sum koma til Føroya, fall í løgtinginum í gjár.

Aksel V. Johannesen, Kristina Háfoss og Ruth Vang halda tað ikki vera í lagi, at landsstýrið ikki enn er komið við lógaruppskoti, sum skal geva heimild at taka gjald frá ferðafólki fyri koronukanningar.

Vilja hava ferðafólk sjálvi at gjalda

Landsstýrið visti longu í juni, at slík heimild er ikki, siga tey. Meirilutin í Fíggjarnevndini heitir á landsstýrið um at koma við eini loysn, har ferðafólkini sjálvi gjalda fyri kanningarnar.

Men í løtuni er eingin loysn, so meirilutin, Johan Dahl, Uni Rasmussen, Steffan Klein Poulsen og Kristin Michelsen, tekur undir við at játta 13,5 milliónir krónur til kanningarnar.

Uppskotið um eykajáttanarlóg varð samtykt í gjár. 18 atkvøður vóru fyri, ein var blonk og eingin var ímóti. Nú hevur tingið játtað 23,5 milliónir krónur til at kanna fólk, sum koma til Føroya.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585