Tríggir tilburðir staðfestir aftrat

bannari
Tríggir tilburðir staðfestir aftrat
Í løtuni eru 140 fólk smittað av koronu
Enn eru 1068 kanningar frá í gjár eftir at greina
 
14.08.2020 - 14:33

Tríggir tilburðir av koronusmittu eru staðfestir aftrat, og í løtuni eru 140 fólk smittað, verður upplýst á korona.fo.

2162 kanningar vórðu gjørdar í gjár. 1094 royndir eru greinaðar, og teir tríggir tilburðirnir, sum nú eru staðfestir, eru í kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár.

Enn eru 1068 kanningar frá í gjár eftir at greina.

Týsdagin vórðu 2454 kanningar gjørdar, og tá vórðu 14 tilburðir staðfestir. Mikudagin vóru umleið 2600 kanningar, og 12 tilburðir vórðu staðfestir í fyrradagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819