Ein sjúklingur fær intensiva viðgerð

bannari
Ein sjúklingur fær intensiva viðgerð
Ein tilburður varð staðfestur aftrat í gjár, men 229 fólk eru frísk, og í løtuni eru 144 fólk smittað
Tvey fólk eru løgd inn á Landssjúkrahúsið við koronu. Annar sjúklingurin liggur á intensivari deild, sigur Heilsumálaráðið
 
17.08.2020 - 11:50

Annar sjúklingurin, sum er lagdur inn á Landssjúkrahúsið við koronusmittu, liggur nú á intensivari deild.

Bæði fólkini vórðu løgd inn um vikuskiftið.

Tað upplýsir Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi fyri løtu síðani.

Ein tilburður aftrat varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Hann varð staðfestur í teimum 608 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár.

Fýra fólk eru seinastu dagarnar staðfest frísk, og í løtuni eru 144 fólk smittað. Tilsamans eru 229 fólk vorðin frísk aftur.

Higartil eru tilsamans 72.346 kanningar gjørdar, upplýsir Heilsumálaráðið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585