Ætlar sær heim aftur til Hvítarusslands

Ætlar sær heim aftur til Hvítarusslands
Andstøðuleiðarin flýddi til Litava eftir forsetavalið í Hvítarusslandi herfyri
Tað hevur verið ófriðarligt í Hvítarusslandi síðani forsetavalið, og Lukasjenko, forseti, er undir hørðum trýsti
 
19.08.2020 - 09:20

Andstøðuleiðarin í Hvítarusslandi, Svetlana Tikhanovskaja, ætlar at fara heim aftur til Hvítaruslands. Tað siga vinfólk hennara við BBC.

Svetlana Tikhanovskaja rýmdi úr Hvítarusslandi eftir forsetavalið næstseinasta sunnudag, og síðani hevur hon verið í Litava.

Fer hon heim aftur, fær andstøðan í landinum nýggja megi í stríðnum at fáa Lukasjenko, forseta, at leggja frá sær.

ES viðger støðuna

Hon hevur heitt á ES um ikki at góðkenna forsetavalið í Hvítarusslandi. Tað gjørdi hon í eini røðu á netinum upp undir fundin, sum stjórnarleiðararnir í ES skulu hava um støðuna í Hvítarusslandi í dag.

Leiðararnir í ES skulu m.a. umrøða tiltøk ímóti Lukasjenko, og framferðina hjá honum ímóti andstøðuni eftir valið.

Fólk í túsundatali hava verið í gøtunum í høvuðstaðnum, Minsk, síðani forsetavalið, og andstøðan hevur mælt til verkfall, sum veksur í vavi hvønn dag.

Herurin tilbúgvin

Samstundis hevur Lukasjenko, forseti, givið herinum boð um at vera tilbúnan við markið vestureftir.

Tað er neyðugt eftir nógvu atfinningarnar úr øðrum londum, segði forsetin á fundi í hvítarussiska trygdarráðnum í gjár.

Hann skuldsetti samstundis andstøðuna fyri at royna at gera statskvett í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628