Bara fýra myllur verða settar upp á Eiði

Bara fýra myllur verða settar upp á Eiði
Ein kæra ger, at SEV hevur gjørt av at minka verkætlanina fyribils
Terji Nielsen hevur staðið fyri verkætlanini hjá SEV um at seta vindmyllur upp á Eiði
 
19.08.2020 - 16:18

 

Ein kæra hevur við sær, at ætlanin hjá SEV um at seta seks vindmyllur upp á Eiði, verður broytt, soleiðis at bara fýra vindmyllur verða settar upp fyribils.

Kæran um metingina av umhvørvisárini hevur við sær, at arbeiðast kann ikki víðari við upprunaligu ætlanini, og skuldi hon ikki útsetast eitt ár aftrat, varð hildið neyðugt at minka ætlanina niður í fýra myllur, sigur SEV. 

Kæran snúði seg serliga um staðsetingina av teimum syðstu myllunum, og tí hevur SEV, við góðkenning frá Orku, avgjørt at minka verkætlanina í fyrstu syftu.

Umhvørvisstovan hevur góðkent endurskoðaðu verkætlanina við fýra myllum, og søkt er um byggiloyvi til fyribils at seta fýra Enercon myllur upp á Eiði.

Gongst sum ætlað, verða tær fýra myllurnar settar upp næsta ár.

Hoyr samrøðu við Terja Nielsen, verkætlanarleiðara á SEV, í tiðindunum klokkan 17.

 

 

 

 

 

 

 

T

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718