Johnson vil hava málið um Navalnyj kannað

Johnson vil hava málið um Navalnyj kannað
Russiski andstøðupolitikarin liggur enn á sjúkrahúsi í Berlin, tí hildið verður, at hann varð eitraður
Russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj, varð um vikuskiftið fluttur á sjúkrahús í Berlin
 
27.08.2020 - 15:52

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur kravt, at ein óheft kanning verður gjørd av russiska andstøðupolitikaranum, Aleksej Navalnyj, fyri at fáa greiðu á, um hann varð eitraður.

Boris Johnson fær stuðul frá aðalskrivaranum í NATO, Jens Stoltenberg, um eina óhefta kanning.

- Vit hava tørv á at fáa greiðu á málinum, og tey, sum eru sek, eiga at koma fyri rættin, fyri at tryggja rættvísi, sigur Boris Johnson.

Á sjúkrahúsi í Berlin

44 ára gamli Aleksej Navalnyj fær viðgerð á einum sjúkrahúsi í Berlin. Hann gjørdist sjúkur í einum flogfari úr Sibiria í farnu viku, og týskir læknar, sum eru um hann, siga, at nógv bendir á, at hann varð eitraður.

Aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg, sigur, at hann tekur undir við eini óheftari kanning, sum kann gera av, hví Navalnyj gjørdist sjúkur.

Onnur dømi um eitran

Boris Johnson vil hava kanningina gjørda, tí í fleiri førum hava myndugleikarnir í Bretlandi sagt, at russar, sum vóru í Bretlandi, hava verið eitraðir. Og tað hevur gjørt viðurskiftini millum londini spent.

M.a. hava bretar ført fram, at Russland stóð fyri at eitra fyrrverandi KGB-njósnaran, Aleksandr Litvinenko, í London í 2006. Hann doyði.

Bretland leggur eisini russar undir at hava eitrað fyrrverandi njósnaran, Sergej Skripal, í Salisbury í 2018. Hann kom frá hendingini við lívinum.

Royndu at stjala vitan

Boris Johnson er eisini í øðini um, at Russland royndi at leggja seg út í bretska valið í desember í fjør, og at sonevndir teldusníkar royndu at stjala vitan um heilivág fyri koronu.

Russland vísir øllum skuldsetingunum aftur, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819