Kommunur og landskassin meira í skatti í ár

03.09.2020 - 14:47
AktueltSamfelag
Kommunur og landskassin meira í skatti í ár
Kommunur hava fingið 56 mió. kr. meira í skatti, og landið hevur fingið 55,4 milliónir meira
Innflutningsmeirvirðisgjøld, tollur og punktgjøld vóru eitt vet størri fyrstu átta mánaðirnar í ár, enn somu tíði fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Til 1.september í ár fingu kommunurnar eina milliard og 370 milliónir krónur í fyribilsskatti, slakar 56 milliónir meira enn fyrstu átta mánaðirnar í fjør. Munurin er 4,25 prosent.

Eisini annar skattur er størri í ár.

Landsskatturin er ein milliard og 156,4 milliónir krónur í ár, 55,4 milliónir krónur meira enn í fjør.

Munurin er góð fimm prosent.

Kirkjuskatturin er 2,9 milliónir størri, góð sjey prosent, og eftirlønarskatturin er 19,7 mió. kr. størri í ár, 7,6 prosent.

Sjey kommunur minni skatt

Bara sjey kommunur hava fingið minni skatt í ár enn í fjør. Hinar 22 hava fingið meira skatt.

Innflutningsgjøldini eru tey somu í ár sum í fjør.

Innflutningsmeirvirðisgjald, tollur og punktgjøld góvu eina milliard og 224 míó. kr.  

 


  

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. november
Credo: Nýggj lungu og nýtt lív
116845
Leygardag 28. november
Á Quiztinum - 2. hálvfinala
116908
Leygardag 28. november
TEMAPLÁTAN: Eye of the Tiger, Survivor, 1982
116907
Leygardag 28. november
Jambalaja 281120
116905
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
Fótbóltur: Víkingur - B36
116909
Hósdag 26. november
Vit herja á! 2:3
116827
Týsdag 24. november
Atlantshavið (3:3): Úr Himni í helheim
116727
Mánadag 23. november
3-2
116682
Sunnudag 22. november
Andakt við Sonju I. Jacobsen
116610