Kanna møguleikan at herða revsing fyri neyðtøku

Kanna møguleikan at herða revsing fyri neyðtøku
Løgmaður hevur svarað fyrispurningi frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu
Fólkatingið fer í næstum at viðgera eitt uppskot um broytingar í revsilógini fyri neyðtøku, og landsstýrið hyggur í løtuni at, hvussu grannalondini hava skipað seg á hesum øki, sigur løgmaður í svarinum
 
14.09.2020 - 16:04

Landsstýrið kannar í løtuni møguleikan fyri at herða ásetingarnar í revsilógini um neyðtøku.

Tað svarar løgmaður Hervør Pálsdóttir, tingkvinnu, ið hevur spurt um ásetingar um neyðtøku í revsilógini.

Nógv bendir á, at ásetingarnar í donsku revsilógini um neyðtøku verða broyttar í næstum. Eftir ætlan verður eitt uppskot lagt fyri Fólkatingið í næsta mánaði. Helst verður farið frá einari  tvingsilsgrundaðari neyðtøkuáseting til eina áseting, sum er grundað á annaðhvørt frían vilja ella á samtykki.

Kanna í grannalondunum

- Landsstýrið hyggur í løtuni nærri at, hvussu norðurlond hava skipað seg á hesum øki. Royndirnar í okkara grannalondum verða síðani brúktar sum grundarlag, tá ið støða skal takast til, hvussu ein føroysk áseting skal orðast, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Landsstýrið ætlar eisini at umrøða spurningin nærri við ymiskar áhugabólkar - eitt nú KRIS, Amnesty International Føroyar, Føroya Politistafelag og Advokatfelag Føroya, soleiðis sum gjørt hevur verið fyrr, tá ið broytingar eru gjørdar í revsilógini.

Eisini verður neyðugt at gera undirvísingartilfar og skipa fyri evnisdøgum, sigur løgmaður í svarinum til Hervør Pálsdóttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652