Búskaparráðið: Gongdin vendir longu næsta ár

Búskaparráðið: Gongdin vendir longu næsta ár
Hallið hjá landskassanum í ár verður 583 mió. kr. í ár og 570 mió. kr. næsta ár
Búskaparráðið, sum í løtuni leggur heystfrágreiðingina fram í Norðurlandahúsinum. Frá vinstru Heri á Rógvi, formaður, Ester Hansen og Sigurd Poulsen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.09.2020 - 09:22

Korona hevur við sær, at búskapurin minkar í ár, men longu næsta ár fer búskapurin at vaksa aftur.

Tað sigur Heri Rógvi, formaður í Búskaparráðnum, sum í hesi løtu leggur fram heystfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum.

Búskaparráðið mælir frá at seta tiltøk í verk til tess at minka væntaða hallið á fíggjarlógini og at stimbra við almennum íløgum.  Mælt verður í staðin til at hækka brúksgjøldini í fiskivinnuni og at halda fast við tiltøkini við landamørkini fyri at avmarka smittuvandan.

Frá hákonjunkturi til koronubúskap

Heri á Rógvi sigur, at búskapurin er raktur sum ongantíð fyrr. Farið er frá einum buldrandi hákonjunkturi til koronubúskap, har búskapurin minkar nógv.

Stór óvissa er um gongdna í útflutningsvinnunum, men samstundis hevur nýtslan innanlands hildið tørn. Ferðavinnan er meint rakt, men eftir øllum at døma fer búskapurin at vaksa aftur í 2021, og tá er umráðandi ikki at stimbra búskapin meira enn neyðugt. 

Útlitini fyri 2021 eru góð við lítlum arbeiðsloysi, og sum heild eru húsarhaldini væl fyri, sigur Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum.

Stórt hall

Búskaparráðið hevur endurmett vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni, tí korona hevur broytt fortreytirnar.

Nú verður vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni mettur til -6,9 prosent, men næsta ár verður vøksturin mettur til 5,5 prosent.

Úrslitið hjá landskassanum í ár verður mett at geva 583 milliónir kr. í halli í ár og 570 milliónir í halli næsta ár.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691