Eingin heittvatnshylur í nýggja bygninginum

Eingin heittvatnshylur í nýggja bygninginum
H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum er komin so væl áleiðis, at avgjørt er, hvat hann skal nýtast til, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum
Nú er greitt, at eingin heittvatnshylur verður í nýggja H-bygninginum
 
16.09.2020 - 09:46

Eingin heittvatnshylur verður í nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

Tað váttar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari upp á fyrispurning frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni.

Hetta verður ikki broytt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. 

Nýggi H-bygningurin er komin væl áleiðis, og avgjørt er, hvat fermetrarnir skulu brúkast til. Tað er hvørki fígging ella pláss fyri heittvatnshyli í H-bygninginum, stendur millum annað í svarinum frá landsstýrismanninum.

Verandi heittvatnshylur á Landssjúkrahúsinum var tikin í nýtslu aftur í 2018, eftir at hann var umvældur.

Hylurin er lítil

Í svarinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen framgongur, at heittvatnshylurin á Landssjúkrahúsinum er lítil. 

Tá talan er um at veita einstøkum sjúklingum serviðgerð, er tað fyrimunur, at hylurin hevur ta stødd, sum hann hevur, men hann er ov lítil hjá bólkum at brúka.

Í løtuni er eingin ítøkilig ætlan at broyta umstøðurnar, staðfestir landsstýrismaðurin.

Á Suðuroyar sjúkrahúsi er ein góður heittvatnshylur, ið verður nógv brúktur. 

Endurvenjingartilboð

Endurvenjingin til giktasjúklingar verður eisini styrkt við nýggja endurvenjingartilboðnum í Sjúkrahúsverkinum.

Klaksvíkar sjúkrahús verður m.a. nýtt til hetta endamál. Har er góður og stórur heittvatnshylur til endamálið, stendur millum annað í svarinum frá landsstýrismanninum í heilsumálum til Heðin Mortensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585