Trump fer ikki á ST-aðalfund

Trump fer ikki á ST-aðalfund
Høvuðsevnið á aðalfundinum hesaferð er korona
Donald Trump, forseti, fer ikki á ST-aðalfundin í ár
 
18.09.2020 - 15:08

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer kortini ikki á 75. aðalfundin hjá Sameindu Tjóðum í næstu viku sum ætlað.

Mark Meadows, stápsstjóri hjá Trump, boðaði frá kúvendingini í gjár.

Herfyri segði Trump, at hann fór á fundin, hóast aðrir heimsleiðarar hava givið avboð, orsakað av koronusmittuni. 

Ársaðalfundurin hjá ST byrjaði 15. september. Korona ger, at han er skipaður nakað øðrvísi hesaferð.

Røður verða stroymaðar

Leiðararnir fara kortini at halda røðu á ST-aðalráðnum frá 21. til 29. septebmer, men tað verður gjøgnum stroymingarskipan.

Tó vera sendifólk úr øllum londum við á fundinum, meðan røðurnar verða hildnar. 

Vanliga er forsetin í Brasil fyrstur á røðarapallin, og síðani USA. 

ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, sigur,  at høvuðsevnið á fundinum er koronufarsóttin. Eisini verður kjak um frið og trygd, avvápning, mannarættindi, javnrætt millum kynini og burðardygga menning, sigur Guterres.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585