Aftur eldur í Lítlaskógi

Aftur eldur í Lítlaskógi
Fyri aðru ferð í tveir mánaðir hevur onkur roynt at sett eld á dagstovnin Lítlaskóg í eysturbýnum í Havn
Dagstovnurin Lítliskógur
 
20.09.2020 - 10:09

Boð vóru í gjárkvøldið eftir sløkkiliðnum at sløkkja ein eldsbruna í dagstovninum, Lítliskógur, í Djóna í Geils gøtu í Havn. 

Tað var um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið, at løgreglan fekk eina fráboðan frá einum í grannalagnum, at tey hildu seg síggja eitt fólk ganga inni í dagstovninum. 

Ein patrulja bleiv alt fyri eitt send avstað, men var viðkomandi longu farin av staðnum, tá løgreglan kom fram. 

Men neyðugt var at senda boð eftir sløkkiliðnum, tí eldur var í. 

Sløkkiliðið var  tó skjótt á staðnum og sløkti eldin. 

Aðru ferð
Hettu er aðru ferð í tveir mánaðir, at onkur hevur sett eld á dagstovnin Lítlaskóg. Náttina til 30. juli vóru eisini boð eftir sløkkiliðnum, tá onkur hevði sett eld í millum annað eitt ruskílat á stovninum. 

Sambært vakthavandi minna hesa støðurnar um hvørja aðra. 

Serfrøðingar fara í dag á staðið at gera gjøllari kanningar av hendingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858