Mæla frá at stytta arbeiðsvikuna

Mæla frá at stytta arbeiðsvikuna
Arbeiðsgevararnir siga, at stytt arbeiðsvika hevur við sær, at lønin hækkar, og meira verður hjá arbeiðsgevarum at gjalda
Arbeiðsgevarafelagið sigur, at í veruleikanum er arbeiðsvikan í Føroyum tann sama sum í Danmark, tá matarsteðgurin verður taldur við
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.09.2020 - 09:06

Føroya arbeiðsgevarafelag heldur ikki, at tað er eitt gott hugskot at stytta arbeiðsvikuna.

Javnaðarflokkurin hevur uppskot til samtyktar í tinginum um at stytta arbeiðsvikuna.

Yvirskipað heldur Arbeiðsgevarafelagið ikki, at nakar fyrimunur er hjá vinnuni at stytta arbeiðsvikuna.

Arbeiðsgevarnir siga, at sambært uppskotinum skulu fólk ikki fara niður í løn, hóast tey arbeiða færri tímar.

So fólk fáa lønarhækking, og meira verður hjá arbeiðsgevarunum at gjalda.

Tann sama sum í Danmark

Harfturat er arbeiðstíðin í veruleikanum tann sama í Føroyum sum í Danmark. Hon er 37 tímar um vikuna uttan matarsteðg í Danmark og 40 tímar í Føroyum við matarsteðgi

Arbeiðsgevarafelagið vísir eisini á, at Búskaparráðið hevur sagt, at upskotið um at stytta arbeiðsvikuna er eitt stig tann skeiva vegin, tá hugsað verður um haldførið í føroyska búskapinum. 

Ein fortreyt fyri at gera grundleggjandi broytingar á arbeiðsmarknaðinum er, at vinnan fær munandi fríari atgongd til arbeiðsmegi.

Arbeiðsloysið í Føroyum er metlágt, og arbeiðsgevarar fáa ikki fólk til allar uppgávur. 

Verður arbeiðsvikan stytt, verður hesin trupulleikin enn størri, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964