Biðja um meira pening til serlæknaútbúgving

Biðja um meira pening til serlæknaútbúgving
Higartil hava 30 læknar tikið serlæknaútbúgving í almennum medisini, síðani útbúgvingin byrjaði í 2002
Brúk verður fyri 11 serlæknum afturat í almennum medisini í 2026, sigur Tummas í Garði, varastjóri, í brævinum til fíggjarnevndina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.09.2020 - 09:43

Landssjúkrahúsið hevur biðið um tríggjar milliónir krónur afturat til útbúgving í fíggjarlógini fyri 2021.

Tað sigur Tummas í Garði, varastjóri, í brævi til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum.

Tann 1.september í ár høvdu 30 læknar tikið serlæknaútbúgving í almennum medisini, síðani útbúgvingin á Landssjúkrahúsinum byrjaði í 2002.  21 teirra arbeiða í løtuni í Føroyum.

Brúk fyri 11 læknum aftrat

Brúk verður fyri 11 serlæknum afturat í almennum medisini í 2026. Í løtuni eru 11 høvuðsútbúgvingarstørv í almennum medisini í gongd. 

Tey, sum eru í útbúgving, verða liðug so við og við hetta til 31.august í 2026.

Í brævinum til Fíggjarnevndina verður mælt til, at játtanin til útbúgving hækkar næstu árini fyri at kunna nøkta tørvin á útbúgvingarstørvum og byrgja upp fyri enn størri serlæknatroti.

Fíggjarnevndin viðger í dag uppskot frá Javnaðarflokkinum um at lata 1,6 mió. kr. í eykajáttan til yngri læknar. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964