Sjóvinnustýrið verður á Giljanesi

Sjóvinnustýrið verður á Giljanesi
Landið fær eitt stykki á Giljanesi í gerðarbýti við Vága kommunu
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur skrivað undir skeytið, og arbeiðið at byggja bygningin til Sjóvinnustýrið, verður nú boðið út
 
25.09.2020 - 08:43

Nú hevur landsstýrið fingið eitt stykki til bygningin hjá Sjóvinnustýrinum.

Landið hevur gjørt gerðarbýti við Vága kommunu.

Landið átti eitt stykki í grótbrotinum í Sandavági. Fyri tað hevur landið fingið eitt stykki á Giljanesi.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skrivaði undir skeytið í gjár. 

Hann sigur, at byggingin verður boðin út í heyst.

Í mesta lagi 13,7 mió. kr.

Løgtingið samtykti í 2017, at Sjóvinnustýrið skuldi byggja í Vágum fyri í mesta lagi 13,7 mió. kr.

Verklagslógin um byggingina varð samtykt á vári 2018. 

Í fíggjarlógini fyri 2020 eru 5,3 mió. kr. til byggingina.

Sjóvinnustýrið hevur síðani á sumri 2016 húsast í fyribilshølum í Havn, eftir at stovnurin noyddist at flyta úr leigaðum hølum í Miðvági, sum ikki vóru mett at vera egnað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819