Barsilspengar verða nú latnir í eitt ár

Barsilspengar verða nú latnir í eitt ár
Inngjaldið hækkar, og samstundis verður tíðin, har barsilspengar verða latnir, longd fýra vikur
Barsilsgjaldið verður nú 52 vikur, men samstundis hækkar inngjaldið í Barsilsgrunnin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.09.2020 - 11:24

Inngjaldið í Barsilsgrunnin hækkar úr 0,71 prosentum upp í 0,86 prosent.

Inngjaldið hevur verið 0,71 prosent síðani 2015. 

Og tíðin, har barsilspengar verða latnir, verður longd fýra vikur.

Neyðugt er at hækka inngjaldið, tí annars fer Barsilsgrunnurin á heysin. Hann er undirfíggjaður, 10 mió. kr. í ár og 12 mió. kr. næsta ár.

Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at broyta lógina um barsilsskipan.

52 vikur

Rætturin til barsilspengar verður longdur úr 48 vikum upp í 52 vikur.

Eisini skal rætturin til barsilspening, sum foreldrini kunnu býta sínámillum, leingjast úr 30 vikum upp í 34 vikur.

Ein onnur broyting er, at kærunevndin hjá Barsilsskipanini verður løgd saman við kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585